|
| Valskrá til løgtingsvalið 19. januar 2008 | |
|---|
| |
ÚTBÚGVING
Skúli og uppaling frá vøggustovu um fólkaskúla og miðnámsskúla til vinnuútbúgving og hægri lesnað skulu vera á heimsstigi. Vit mugu skipa fyri endurnýggjan av føroyska skúlaverkinum, har dentur verður lagdur á at samansjóða føroyska siðvenju við altjóðagerðina. Skúlaverkið skal bjóða ymisk tilboð til ymsan tørv, áhuga og førleika.
Vit skulu skipa hægri útbúgving og gransking í Føroyum. Málið skal vera, at øll skulu kunna byrja og enda vanligar hægri útbúgvingar í Føroyum. Føroyskar útbúgvingar skulu vera so góðar, at útlendingar koma til Føroya at lesa.
Lestrar- og vinnumøguleikar í Føroyum skulu vera so góðir, at føroyskur ungdómur kemur heimaftur at lesa og vinna. Á henda hátt verður fólkavøkstur og búskaparvøkstur, tí tey lesandi og húsfólk teirra gerast týðandi arbeiðsmegi í tænastuvinnu, sum parttíðarsett og í nýggjum vinnum. Hægri útbúgving og gransking eru framtíðarvinna.
UMHVØRVI
-
Orka
-
Friðing
-
Dálking
-
Ferðslutrygd
-
Lendi
Orka skal vera burðardygg og umhvørvisvinarlig. Varandi orka skal økjast, royndir gerast við vindi, vatni, alduorku og vetni. Dálking og útlát skulu minka og endurnýtsla vaksa.
Vit skulu eggja til orkusparing í allari nýbygging, bæði almennari og privatari. Avgjaldsskipanin skal leggja minstu byrðarnar á orkusparandi lutir. Føroyar skulu taka undir við samtyktum hjá Sameindu Tjóðum um at verja og betra umhvørvið nær og fjar.
Ferðslutrygdarætlan skal gerast fyri Føroyar. Lendisætlan skal gerast fyri alt landið, so javnvág fæst ímillum bygd øki, varveitta náttúru, og trivnaðarøki, og miðvís friðingarlóg skal orðast.
VINNA
-
Nýggjar vinnugreinir
-
Lógarkarmar
-
Íverksetaramentan
-
Fiskiloyvi
-
Útróður og smábrúk
-
Privatisering
Vinnulóggáva, undistøðukervi og aðrir almennir karmar skulu dagførast at hóska til føroysk viðurskifti. Fiskivinnan skal tryggjast sum framtíðar meginvinna, samstundis sum nýggjar vinnur verða mentar. Serliga innan skúlaskap, gransking, kunningartøkni, tónleik, snið, upplivingar og ferðavinnu skulu karmar skapast fyri nýbrotum. Íverksetaramentan og førleikamenning eru avgerandi fortreytir fyri vinnuframburði.
Fiskivinnulóg skal endurskoðast og gerast greiðari. Landið skal fáa sín part av vinnuligum handli við fiskiloyvum. Útróðurin skal hava góð kor, lættari skal vera at fáa smærri fiskiloyvi. Lóggávan skal tryggja, at vit gagnnýta alt fiskiríkidømið.
Búnaðarlóggávan skal endurskoðast, so rættindi til traðir, almannarætturin at ferðast í náttúruni og tørvurin á byggilendi verða tryggjaði. Vinnuligi landbúnaðurin skal vera rikin á burðardyggum grundarlag.
Alment vinnuvirksemi skal mest møguliga einskiljast og søluágóðin eins og óseldar fyritøkur skipast í búskapargrunn.
VÆLFERÐ
Føroyar skulu tryggja øllum góð kor. Stakir uppihaldarar, lesandi, pensjonistar og tey, ið bera brek, skulu kunna støðast í landinum. Øllum mugu tryggjast nøktandi pensjónsrættindi. Fyri børn, tey ið bera brek, sinnisveik og eldri skulu nøktandi ansing og neyðugir stovnar standa í boði, herundir psykiatri. Mammuhjálp skal veita sosialan og fíggjarligan stuðul. Barsilsskipan skal betrast.
Altjóða ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, ið bera brek, skal setast í gildi fyri Føroyar. Føroyar skulu alsamt árliga økja um menningarsamstarv í norðurlendskum og altjóða høpi. Landssjúkrahúsið skal kunna veita flestallar viðgerðir, og tey smærru sjúkrahúsini veita viðgerð innan fleiri sergreinir.
Øllum skal standa í boði at eiga ella leiga egna íbúð, og tað skal bera til at velja smærri og ódýrari íbúðir. Leigulóg skal gerast og skattingin av leiguinntøkum gerast lagaligari. Realkredittur skal skipast at tryggja støðugt ódýra sethúsafígging.
SJÁLVSTÝRI
Stig skulu takast á sjálvstýrisleið, so at Føroyar megna at gerast fíggjarliga sjálvbjargnar og stjórnarliga førar fyri fullum sjálvstýri samsvarandi fólksins vilja. Innan tvey valskeið skal fullveldi vera gjørligt, men bert Føroya fólk kann gera av um og nær týðandi ríkisrættarlig stig skulu takast.
Rættarskipanin skal yvirtakast og føroysku landsrættur stovnast. Løgreglan yvirtakast.
Fyrisiting og rættarskipan skulu tryggja fólkinum rættindi, tænastu og innlit. Fyrisitingin skal vera tøk hjá løgtinginum at menna tingarbeiðið. Yvirtøkur skulu fremjast á øllum økjum, har ríkismyndugleikar í dag hava fyrisitingarvald í Føroyum, og miðvíst skal øll ríkislóggáva tillagast føroysk viðurskifti.
Útlendingamál skulu yvirtakast, so neyðug arbeiðsmegi er tøk í Føroya. Familjurættarlóggávan skal yvirtakast, so vit fáa dagførda lóggáva fyri foreldramyndugleika, hjúnarbandstøðu og arvarætt.
Føroyar skulu – undir egnum navni – gerast limur í viðkomandi altjóða felagsskapum.
STJÓRNARSKIPAN
Føroyar skulu hava egna grundlóg við ásetingum og valdsbýti, rættindi og ríkisstøðu.
Løgmaður skal veljast beinleiðis, tað styrkir bæði valdsbýti, tryggjar dugnaskap í landsstýri og styrkir valdið hjá løgtinginum.
Føroysk stjórnaskipan skal byggja á greitt valsbýti millum land og øki, rættvíst tingmannabýti og miðvíst styrkta lokala umboðan. Somuleiðis skulu fáar sterkar kommunur skipast við øktum heimildum og egnari stýrisskipan.
Fyrisitingin skal mennast við betri samskipan, færri stovnum, betri starvsfólkarøkt, bøttum umstøðum, og betri tænasta. Førleikamenning og endurútbúgving skulu skipast fyri almenn starvsfólk, og í hvørji sýslu ella stórkommunu skal vera tænastudepil við miðspjaddum landsstovnum.
Tak niður PDF-fílu av valskránni |
|
 |  |  | | Seinasta nýggja á kjaktorginum |
|---|
|
|  |  |  |
|